Herfølge inn í 2000 sum oddalið

Fótbóltur: Jákup Mikkelsen og Herfølge fer í vetrarfrí sum nummar eitt í superliguni

Sunnudagurin var ein góður dagur hjá fótbóltsfólkinum í Herfølge. Teir bláu og gulu vunnu, og hvørgin av harðastu kappingarneytunum kláraði at vinna. Tí kann við vissu sigast, at Herfølge verður á toppinum í superliguni til mars mánaða næsta ár.

Eitt umfar er eftir at spæla, áðrenn superligaspælararnir fáa vetrarfrí, men Herfølge er nú fýra stig frammanfyri næstfremsta liðið í kapppingini, og tí verða teir ikki tiknir í hesum ártúsundinum.

Jákup Mikkelsen og hansara liðfelagar greiddu uppgávuna móti botnliðnum Esbjerg, tá teir kláraðu at vinna 3-2, men teir vóru um reppið at tveita alt fyri borð, tá teir eftir tveimum minuttum mistu leiðslu upp á tvey mál.

Undan dystin segði venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, at dysturin móti Esbjerg var ein tann týdningarmesti á árinum, tí Herfølge skuldi nú staðfesta, at teir eru betri enn aftastu liðini í superliguni. Og tað kláraðu hansara menn eisini.


Nógvar kjansir

Herfølge sat á øllum í fyrra hálvleiki, teir spældu seg til nógvar kjansir, men inn vildi bólturin ikki. Størsta kjansin hevði Kenneth Jensen, tá hann varð spældur púra leysur mitt frammanfyri málið, men sendi skotið úr fimm metrum fram við málinum.

Seinni hevði hann ein góðan kjans afturat, sum hann misnýtti, og tí var tað plástur á sárið hjá honum, at hann setti hol á. Hann fluktaði eitt innlegg í kassan til 1-0

Jesper Jacobsen økti til 2-0, men seinastu minuttirnar áðrenn hálvleikssteðgin vendi alt á høvdið. Esbjerg hevði bara havt eina skotroynd á málið hjá Herfølge til tá, og tí skotinum tók Jákup Mikkelsen sær av. Men tá teir fingu brotsspark tveir minuttir fyri hálvleikssteðgin, høvdu teir møguleikan at minka um munin. Tað gjørdu teir eisini, og minuttin eftir javnaði Esbjerg til 2-2 við góðum langskoti.

Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir hingu tí við høvdinum, tá teir fóru til hálvleikin, men í seinna hálvleiki kláraðu teir at gera arbeiðið liðugt. Jesper Jacobsen gjørdi sítt næsta mál í dystinum, og tað tryggjaði Herfølge ein sigur upp á 3-2.

Hetta var fult uppiborið, tí Herfølge stóð fyri meginpartinum av spæli og kjansum í dystinum.


Hinir snávaði

Nærmastu kappingarneytarnir hjá Herfølge eru í løtuni Brøndby og AaB, men hvørki av hesum feløgum kláraði at vinna sunnudagin.

AaB fekk bara javnleik móti botnliðnum Vejle, meðan Brøndby einki mál kláraði at gera í heimadystinum móti Silkeborg. Tað kláraði útiliðið heldur ikki, og tí endaði dysturin málleysur.

Herfølge er nú fýra stig frammanfyri Brøndby, og ein dystur er eftir at spæla, áðrenn feløgini fáa vetrarfrí.

FC Keypmannahavn og AGF, har ávikavist Todi Jónsson og Óli Johannesen spæla, spældu ímóti hvørjum øðrum í gjárkvøldið. Dysturin, sum var í Århus, varð spældur eftir evstamark her á blaðnum.