Mánadagin viðgjørdi løgtingið uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnarskipanarnevnd at greiða framtíðarstøðu Føroya.
Uppskotið er ikki heilt ólíkt uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum flokkurin tvær ferðir áður hevur lagt fram - og hesaferð sigur flokkurin uppskotið verða eitt ískoyti til uppskoti hjá landsstýrinum um framtíðarstøðu Føroyar. Undirtøkan, uppskotið fekk í tinginum var misjøvn. Fyrsti framsurin var tjóðveldistingmaðurin, Hergeir Nielsen.
? Uppskotið er so meinlíkt uppskotinum hjá landsstýrinum, at eg fari at biða uppskotsstillaran um at taka uppskotið aftur. Eg haldi eisini, at tað er ein spurningur, um tað er heimild til at leggja slíkt uppskot fram, segði Hergeir Nielsen.
Hann vísti eisini á, at Javnaðarflokkurin blandar tað lóggevandi valdið og tað útinnandi valdið saman, tá flokkurin skjýtur upp, at umboð fyri landsstýrið og løgtingið skulu sita í nevndini, sum skal tillaga nýggju skipanina við Danmark.
? So manglar bara, at teir tríggir serkønu umboða dómsvaldið, og so er komikkurin fullkomin, helt Hergeir Nielsen.
Síðan vísti hann á, at uppskotið er merkt av at vera gjørt í skundi, m. a. tí, at einki er nevnt í uppskotinum um sjálvstýrismálaráðið, ella at sjálvstýrismálaráðharrin skal verða umboðaður í nevndini.
Hergeir Nielsen segði eisini, at talan er um eitt stórmál, sum Javnaðarflokkurin skal hava eina støðu til.
? Vit, sum eru positivt sinnaðir, vilja fegnir hava Javnaðarflokkin við, men tað tykist sum um flokkurin hevur ilt við at greiða okkum frá, hvat hann vil, tí so nógvir sambandsmenn eru í flokkinum.