Heri Joensen, presturEinki burðaravlop

Ilt er at spáa um framtíðina og um, hvør er upp á vegin. Tað gongur ein ikki runt og veit, skemtar Heri Joensen, ið annars sigur, at suðringar hava útflutt fólk í áravís, og hetta gevur presti nógv pappírsarbeiði. Summarið er árstíð, har prestur hevur nógv at gera

Dagfinn Olsen


Heri Joensen, prestur, sigur, at aldursbýtið í sunnaru helvt av Suðuroynni er ikki rætt.

- Sum flest øllum kunnugt, so er fólkatalið lækkað. Hetta sæst best í tí, at barnatalið er lækkað og deyðsføllini eru fleiri, enn hvat tey áttu at verið í einum prestakalli uppá eini 2500 fólk, sigur Heri.

- Síðst í áttatiárunum vóru eini 46 -47 børn fødd árliga. Hetta tal hevur síðstu árini verið heilt nirði á 23 til 25. Jarðarferðirnar hava verið heilt uppi á 44 okkurt ári.

Heri, ið ofta dugir at fáa tað skemtiliga fram, heldur í hesum sambandi fyri, at orsøkin til lækkingina í burðartalinum er, at ungar familjur eru fluttar og at orsøkin ikki bara er tann, at barnastyrkurin er tikin burtur.


Og Heri heldur í skemti fram:

- Ein gomul kona helt skemtandi fyri, tá eg nevndi hetta við burðartalinum: - ?Prestur, veitst tú ikki, at tað eru sparitíðir??.

- Men skiligt er, at burðaravlopið verður einki, sigur Heri, og talið á konfirmantum, sum var uppi á umleið 40, er minkað niður í eini 18 til 20, og várkonfirmatiónirnar eru minkaðar niður í einki.

- Hetta hevur ta ávirkan, at minni av ungum fólki sæst úti og brúdleypini eru minkaði niður í eini 5 - 6 árliga, so gongdin er skillig, sigur Heri.

- Men nú sær út til, at tað kanska kvinkar uppeftir, við tað, at tá mei mánaði var farin, vóru 17 børn fødd og skuldi hin helvtin verið líka góð, so kanska vit eru komin uppá eini 36. Men ilt er at spáa um framtíðina og eisini at vita hvør, ið er upp á vegin. Tað gongur ein ikki runt og veit, skemtar Heri.


Á sumri er

nógv at gera

Annars er starvið nógv broytt hesi árini, Heri hevur starvast sum prestur. Nógv meira pappírsarbeiði er høgtíðir, og um summarið er nógv at gera. - Í byrjanini havði eg einki fax, tað hevði ikki gingið í dag, tí nú nýti eg fax alla tíðina, greiðir Heri frá. Orsøkina sigur hann vera, at nógv foreldur búgva uttanlands og koma so heim í frítíðum, her tey kenna seg hoyra heima og hava røtur, at doypa síni børn ella at giftast.

- Í dag skulu eisini attestir til alt her og nú og tað er valla dagur, at eg ikki sendi ymiskar attestir við faxi . Nógvir Suðringar eru fluttir, og fólk skulu altíð venda sær til sóknina, har tey vóru fødd og doypt. Soleiðir er skipanin.


Kann geva trupulleikar

- Hetta hevur nógv arbeiði við sær og samskifti aftur og fram, tí fólk eru undir teimum reglum og lógum, har tey eru búsitandi, sigur Heri.

- Hetta gevur trupulleikar, tí vit í ríkinum hava føðiskráseting, so barnið verður skrásett í kommununi, har mamman hoyrir til. Vit hava eina danska navnalóg í Danmark og eina føroyska í Føroyum, so eg kann illa geva børnum úr t.d. Danmark rótføroysk nøvn, tí tey verða ikki góðtikin og heldur ikki hetta við at eita - son og -dóttir, sigur Heri.

- Best er, um foreldur skráseta sítt barn á kirkjukontórinum, tey hoyra til í Danmark, áðrenn tey koma til Føroya. Tá møta tey ofta ávísari vælvild og fáa navnið, tey ætla at nýta. Eg kann ikki geva tað, men gevur danska kirkjuskrivstovan grønt ljós, so doypi eg tey við navninum, sum stendur á attestini, sigur Heri.

- Viðvíkjandi brúðarvígslu er nakað tað sama galdandi, sigur Heri. - Suðringar hava í ártíggir útflutt fólk, so her er nógv meira pappírsabeiði, enn ein skuldi trúð, sigur Heri Joensen, ið nærum dagliga sendir attestir o.a. við faxi til t.d. Danmarkar