"Takk fyri tíðina, Heri", sigur Ann Lindberg, leiðari fyri móttøkuna á deildini hjá Eik í Sverrisgøtu í Havn. Eitt av teimum væl kendu andlitunum í Eik Banka verður frameftir ikki at síggja í bankanum. 60 ára gamli Heri Nolsøe hevur mynstrað av eftir samfull 43 ár í tænastu bankans.
Hetta varð markerað við einum hugnaligum hátíðarhaldi og móttøku mánadagin 14. desember í høvuðssætinum Yviri við Strond, har heilt fitt at starvsfólki var samankomið at heilsa upp á Hera Nolsøe.
Báðir stjórarnir í Eik Banka, Marner Jacobsen, forstjóri, og Bjarni Olsen, stjóri, heilsaðu Hera við røðum og takkaðu honum fyri tíðina í Eik.
Marner Jacobsen, sum í sínari tíð var í starvi á KT-deildini, har Heri Nolsøe var leiðari fleiri ár, nevndi, hvussu Heri longu fyri mongum árum síðani var við til at menna KT-skipanir í bankanum og innan føroyska bankakervið.
- Hesar skipanir munnu hava verið dygdargóðar, tí fleiri teirra virka dagin í dag, segði Marner Jacobsen.
Heri Nolsøe, ið byrjaði í táverandi Føroya Sparikassa sum 17 ára gamal, er fram um alt eitt kreativt menniskja við góðum evnum sum yrkjari og tónasmiður. Tí fekk hann ein væl ljómandi guitar í fráfaringargávu frá Eik.
Hugnaliga hátíðarløtan endaði við, at Heri spældi undir, meðan gestirnir sungu tveir sangir, ið Heri hevur yrkt og gjørt lag til. Annar teirra er ein vakur jólasangur, ið hóskaði væl til árstíðina.
Kelda: eik.fo