John Johannessen úr Keypmannahavn
At NATO-limalondini skuldu gjalda eitt limagjald, ið svarar til 3% av bruttotjóðarúrtøkuni er eitt optimalt endamál, ið er galdandi fyri tey øll. Men tað eru langt frá øll londini, ið rinda hetta limagjald.
Orsøkin til hetta er, at talan er um smá lond, ið ikki hava ráð til at rinda limagjaldið.
Millum hesi londini er Danmark. Danmark hevur nevniliga síðani 1976 einans rindað 2,6% fyri sín limaskap.
Men orsøkin til hetta er ikki, at Danmark fær avsláttur í sínum NATO-limaskapi fyri, at NATO sleppur at hava herstøðir í Grønlandi og Føroyum eins og landsstýrið hevur ført fram.
Í drúgva brævaskiftinum millum landsstýrið og danska forsætismálaráðið undan samráðingunum hevur landsstýrið kravt at fáa eina frágreiðing um, hvønn vinning danir hava havt av hernaðarstøðunum í Føroyum.
Men forsætisráðharrin hevur sýtt fyri at greiða landsstýrinum frá hesum. Eisini hevur forsætisráðharrin sýtt fyri, at hernaðarmál skulu vera eitt av punktunum fyri fundin.
Beint áðrenn samráðingarfundin broytti forsætisráðharrin kortini støðu. Hann greiddi á fundinum við serligu fólkatingsnevndina, ið fylgir samráðingunum, frá, at hann fór at koma við frágreiðingini.
Verjumálaráðharrin, Hans Hækkerup, hevur ikki hug at koma við viðmerkingum til málið fyrr enn samráðingarnar eru lidnar.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.