Svenski aktivisturin Greta Thunberg er umborð á einum av skipunum í flotanum, sum nærkast Gaza. (Savnsmynd). - Mynd: Stefanos Rapanis

Herurin farin umborð á skip við neyðhjálp til Gaza

Herrin er farin umborð á skip í hjálparflota nærindis Gaza, skrivar fyriskiparin aftanfyri flota á Instagram.

Svenski aktivisturin Greta Thunberg er umborð á einum av skipunum í flotanum, sum nærkast Gaza. (Savnsmynd). - Mynd: Stefanos Rapanis

Hermenn eru í kvøld farnir umborð á fleiri skip, sum eru partur av eini hjálparflota, sum er á veg til Gaza.

Tað skrivar fyriskiparin handan flotan, Global Sumud Flotin, á Instagram.

Hetta hendir stutt eftir, at skipafylgið boðaði frá, at tað varð umringað av skipum frá ísraelska flotanum, sambært tíðindastovuni AFP.

Skipafylgið liggur í landsynningspartinum av Miðjarahavinum, norðan fyri Egyptaland.

Tað er eitt stórt tal av skipum, sum bera hjálp til fólkið í krígsherjaða Gaza.

Umborð á einum av skipunum er svenski aktivisturin Greta Thunberg.

Umleið 500 fólk - teirra millum tinglilmir, løgfrøðingar og aktivistar - sigla við flotanum. Tey hava fingið mat og heilivág við.

 

/Ritzau/

 

Svenski aktivisturin Greta Thunberg er umborð á einum av skipunum í flotanum, sum nærkast Gaza. (Savnsmynd). - Mynd: Stefanos Rapanis