Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í týskum hondbólti í kvøld.
Liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Hákuni West av Teigum, Recken Hannover-Burgdorf og Füchse Berlin vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar í týsku steypakappingini.
Vilhelm skoraði sjey mál upp á 11 málroyndir, og var deildur toppskjútti við August Pedersen, tá Hannover á útivølli vann stórsigur 38-23 (21-13) á Dormagen úr næstbestu deildini.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli 35-30 (19-15) á HSG Wetzlar. Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Rásin Siggi_Channel, ið fylgir væl við føroyingunum í bundesliguni hevur verið so beinasom at lagt málini Vilhelm og Hákun skutu í kvøld út til gleði fyri hondbóltsáhugaðar føroyingar:
##med2##
##med3##