Ógvusligar myndir frá Tvøroyri har Tvøroyrar kommunu við Kristin Mikkelsen á odda hevur framt groft herverk á privata ogn, her elligomul ahorntrøð, sum í ringasta føri kunnu doyggja. Ongin fráboðan av nøkrum slag, og satt at siga ein ógvuslig uppliving, ið fólk helst vilja verða fyriuttan.
Men soleiðis arbeiðir einaræðisharrin á Tvøroyri, Kristin Mikkelsen, saman við umboðum Javnaðarflokksins. Eitt "mentað" fólk, ið sigur seg hjúkla um trivnað borgaranna.
Vónandi síggja fólk á Tvøroyri, hvat tað er fyri fólk, tey hava valt at skipa fyri í kommununi. Púrt einki skil er í kommunalu umsiting býráðssins, og hevur ikki verið tað í fleiri áratíggju, men fæstu rokna tó við, at beinleiðis og sera groft herverk verður framt á privatar ognir.
Gott tey ið farin eru ikki skulu uppliva tað karráa stýrið, sum nú á døgum skipar fyri, og kann bert vónast, at aðrir borgarar ikki verða fyri javnbjóðis herverki, sum tað Kristin Mikkelsen stendur fyri.
##med2##
Kári Thomsen