Seinnapartin klokkan 15 byrjar grannauppgerðin millum B36 og HB í Meistaradeildini hjá monnum á ovara vølli í Gundadali.
R5 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
29. apríl vann HB í dysti í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið 3-1 á B36. Tá liðini hittust í landskappingardysti 6. apríl endaði tað við klassiska úrslitinum 2-2.
B36 er nummar trý í deildini við 26 stigum, meðan HB er nummar seks við 15 stigum.
Hesaferð hevur B36 favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á grannauppgerðina.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,67 og 1,80.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 4,00.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 3,55 og 4,40.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##












