Bakkafrost er klárt besta partafelagið í Føroyum, tá tað kemur til rakstrarúrslit. Í 2016 var rakstrarúrslitið hjá felagnum 1.338.887 krónur – ella góðar 1,3 milliardir krónur.
Á listanum yvir 25 tey bestu feløgini í skipanini hjá Vinnuvitan.biz eru eisini fleiri av dóttirfeløgunum hjá Bakkafrost. Úrslitini hjá teimum eru tó innroknað í úrslitið hjá móðurfelagnum.
Á listanum, sum sæst niðanfyri, eru bankar, tryggingar, reiðarí, íløgufeløg, Smyril Line og onnur.
Sum nummar 13 á listanum kemur Smápartafelagið 14, sum er gamla felagið sum átti Tórshavnar Skipasmiðju og Skála Skipasmiðju. Hetta felag hevur ligið tungt í sjónum, tí tað hevur mist allar ognir og hevur havt negativan eginpening upp á 123 milliónir í fleiri ár.
Men ársúrslitið hjá Sp/F 14 í fjør upp á 116 milliónir krónur fær felagið upp á 13. pláss á listanum hjá vinnuvitan.biz. Hesin listin er tó ikki tann endaligi enn, tí enn vætna fleiri roknskapir at koma inn í skipanina.
25 tey bestu feløgini á listanum higartil eru hesi:
1 | Bakkafrost P/f | 1.338.887 |
2 | Bakkafrost Farming P/f í samanlegging | 653.725 |
3 | BankNordik P/f | 221.874 |
4 | Varðin P/f | 213.914 |
5 | Marine Harvest Faroes P/f | 209.984 |
6 | Betri P/f | 197.162 |
7 | Ognarfelag Tryggingartakaranna L/f | 197.162 |
8 | Luna P/f | 192.266 |
9 | Í Tungu Sp/f | 174.343 |
10 | Havsbrún P/f | 173.806 |
11 | Betri Banki P/f | 167.437 |
12 | Kerið Sp/f | 164.588 |
13 | 14 Sp/f | 116.001 |
14 | Bakkafrost Sales P/f | 115.251 |
15 | frá 5. juni 1992 P/f | 102.470 |
16 | SEV L/f | 92.754 |
17 | Palli hjá Mariannu P/f | 81.797 |
18 | Framherji Sp/f | 81.046 |
19 | Tjaldur P/f | 76.000 |
20 | Krossbrekka P/f | 70.767 |
21 | Nolsø Shipping Sp/f | 59.808 |
22 | Hvalnes P/f | 59.445 |
23 | Smyril-Line P/f | 57.443 |
24 | Hvamm P/f | 56.995 |
25 | Driftin P/f | 49.548 |
Øll hesi 25 feløgini tilsamans: | 4.924.473 |