Ísrael hevur framt umfatandi loftálop á mál í Libanon, og sagt verður, at sjúkrahúsini í landinum fyllast við særdum og dripnum libanesarum.
Hetta siga heilsumyndugleikarnir í landinum.
Iranski ST-sendimaðurin ávarar Ísrael ímóti at bróta vápnahvíldaravtaluna, men ísraelski herurin heldur fram við sínum álopum.
- Nógvir libanesarar stúra fyri, at landið er vorðið eitt offur í einari politiskari avtalu millum Trump og Netanyahu.
Men, í Hvítu Húsunum sigur tíðindatalskvinnan, Karoline Leavitt, at Libanon er ikki fevnt av vápnahvíldaravtaluni millum USA og Iran.
Ein kelda í Iran, sum ikki er navngivin, sigur við iransku tíðindastovuna Tasnim, at Iran fer at taka seg burturúr vápnahvíldaravtaluni, um álopini á Libanon halda fram.
Seinnapartin í dag hevur Ísrael framt fleiri ógvuslig álop í og uttanfyri libanesiska høvuðsstaðin, Beirut.
Myndir úr økinum vísa stórar oyðileggingar - eisini av sivilum íbúðarblokkum, samstundis sum bjargingarfólk royna at bjarga særdum.
- Hetta er eitt av teimum harðastu álopunum á Libanon í fleiri ár, sigur tíðindakvinnan hjá norska kringvarpinum NRK, Yama Wolasmal.
Sagt verður, at økini, sum hava verið fyri ísraelskum álopum, liggja í sunnimuslimskum øki í Beirut.
- Økini verða lýst sum sivil íbúðarøkir uttanfyri økini, ið Hizbollah, sum er í stríð við Ísrael, hevur eftirlitið við.
Seinnapartin í dag hevur Ísrael boðað frá, at flogfør og dronur kunnu bumba í økinum - uttan ávaring - næstu 48 tímarnar.
- Ísraelsku álopini á Libanon hava elvt til eitt velduga stórt trýst á sjúkrahúsini í landinum.
Tað sigur heilsumálaráðharrin í Libanon, Rakan Nassereddine, við Reuters.











