Nú er ætlanin at føroyska alivinnan skal rinda ein part av tí tað kostar hjá apotekinum at fáa eina nýggja KT-skipan.
Landsstýrið ætlar nevniliga at broyta eina kunngerð, soleiðis at avslátturin fyri heilivág til havbúnaðin verður lækkaður úr 14 prosent, niður í 10 prosent.
Mett verður at hetta fer at geva tvær milliónir krónur meiri í inntøku um árið. Men hinvegin verður avslátturin til landbúnaðin og Heilsuverkið framvegis 14 prosent.
Hendan mannagongdin hóvar ikki teimum í Havbúnaðarfelagnum. Tey siga, at tey hava kannað málið og í einum svari tey hava fingið frá Heilsumálaráðnum, skilst, at orsøkin til at avslátturin lækkar, er, at apotekið vil hava eina nýggja KT-skipan, sum kostar 10 milliónir.
Tey í Havbúnaðarfelagnum vísa eisini á, at Heilsumálaráðið hevur upplýst, at orsøkin til at tað bara er alivinnan, sum skal rinda meiri fyri heilivág av hesi orsøk, er, at hon er fíggjarliga væl fyri og hevur ráð til tað.
Havbúnaðarfelagið heldur ikki, at fíggjarliga støðan hjá alivinnuni er er ein sakligt grundgeving fyri at lækka avslátturin, samstundis sum øll onnur fáa tað sama í avsláttri.
– Er talan ikki um eitt sakligt atlit, er kunngerðin samstundis ólóglig, leggja tey afturat.
Tey siga, at skal landsstyrismaðurin brúka prísin á heilivági til at fíggja eina nýggja KT- skipan fyri 10 milliónir, og skal fíggingin – uttan sakliga orsøk– bara fáast til vega frá alivinnuni, er talan í roynd og veru um ein fjaldan skatt, sum krevur at lógin verður broytt.
Men undir øllum umstøðum ber tað ikki til at tað bara skal vera alivinnan, sum skal rakast, siga tey.