Hetta er yvirhøvur einki stuttligt!

Partapolitiskt sæð er óført at sita í andstøðu, meðan vanstýring og kaos valdar. Men hetta er ikki tíðin at fegnast um óskilið. Nú mugu ABC-flokkarnir semjast um eina greiða kós og eina sterka leiðslu. Og vinna teir valið upp á tað, skal tað vera væl unt!

Sum andstøðuflokkur kundu vit sjálvandi fegnast um óskilið.

Vit kundu fegnast um, at tað er ráur maktkampur millum landsstýrisfólkini øðrumegin og teirra partafólk í løgtinginum hinumegin. Sum vit sóu, tá politikkurin hjá Eidesgaard og Co. í landsstýrinum bleiv maltrakteraður av Kallsberg og Co. í fíggjarnevndini.

Vit kundu fegnast um, at landsstýrisins lyftisbrot og klossuta framferð máar støðið undan okkara flogfelag.

Vit kundu fegnast um, at ein almennur grunnur óátalað sleppur at misnýta sítt vald í Føroya Banka.

Vit kundu fegnast um, at landsstýrið, fyri at seta 30 mió. í Smyril Line, tryggjaði sær meirilutan av nevndini í hesum felag, og aftur setti kós móti politiskum, sosialistiskum vinnulívi.

Vit kundu fegnast um, at fiskivinnusamráðingar við Noreg og Russland tykjast hava havt onnur atlit enn at vinna landinum størst møgulig virði.

Vit kundu fegnast um, at býtið av svartkjaftakvotuni tykist hava havt ósaklig atlit, sum partar av vinnuni bløða fyri.

Vit kundu fegnast um, at menningarætlanin innan gransking og hægri útbúgving er steðgað.

Vit kundu fegnast um, at landsstýrið ongan politikk hevur mótvegis teirri kreppu, vit eru í.

Vit kundu fegnast um, at einans veikir bólkar hava merkt sviðan av sparingum, meðan rentustuðul og aðrar asosialar studningsskipanir liva sítt góða lív.

Vit kundu fegnast um, at samgongan lovar at gera íløgur fyri fleiri millardir uttan nakra semju um, hvat skal koma fyrst, og hvat skal bíða. Við tí úrslitið, at alt aftur endar í reinum bardaga, tá næsta fíggjarlóg skal gerast.

Vit kundu eisini fegnast um, at opið stríð er í samgonguni um øll hesi viðurskifti, og at løgmaður ikki hevur myndugleika til at fáa tropparnar at ganga í takt. At myndugleikin enntá er so lítil, at løgmaður kennir seg noyddan at akta eini sms-boð frá John Johannesen...

 

ES

Føroyar hava eitt stórmál, sum má loysast: Vit mugu finna okkara pláss í europeiska samstarvinum.

Vit í andstøðuni kundu sjálvandi fegnast um, at løgmansins einasta støða til ES er, at vit skulu "vita og ikki gita", sum hann so fikst plagar at orða tað.

Vit kundu fegnast um at hann, ið staðin fyri at taka politisk stig, hevur sett enn eina nevnd av serfrøðingum at skriva álit um ES og Føroyar.

Fleiri nevndir hava gjørt sama arbeiði - uttan at geva verulig svar. Tí serfrøðingar kunnu ikki geva okkum svarini. Serfrøðingar kunnu heldur ikki kanna hvat úrslitið verður av einum fótbóltsdysti. Dysturin má spælast. Á sama hátt mugu vit samráðast við ES áðrenn vit fáa svarini.

Men vit sleppa á ongan hátt undan tí veruleika, at føroyskur limaskapur krevur føroyskt fullveldi.

Skulu vit í altjóða samstarvi vera Føroyar ella skulu vit vera ein partur av Danmark. Tann spurningurin má svarast fyrst av øllum.

Men samgongan hevur einki svar. Hon setir ikki ein gang spurningin...

Øll tapa

Vit kundu fegnast um alt hetta. Sæð úr einum partapolitiskum sjónarhorni er tað jú óført at sita í andstøðu, meðan kaos valdar í samgonguni. Tað gevur jú atkvøður!

Men beint nú er tað einki stuttligt. Hetta er ikki tíðin til at fegnast um politiskt atgerðarloysi og vanstýring. Hetta er ikki tíðin til at hugsa um atkvøður.

Tí samfelagið siglir álvarsaman vandasjógv. Undirskotið er so kolossalt, at vendir gongdin ikki skjótt, steðgar alt upp. Og hon vendir neyvan av sær sjálvari!

Okkum tørvar eina leiðslu, sum ikki bara veit, hvat hon vil, men sum eisini er sterk og kontant.

Og tá tann leiðslan er uppá pláss og kósin er sett, er disiplinin púra avgerandi. Ert tú við, ert tú við! Og so makkar tú rætt. Annars kann kósin ikki haldast.

Tjóðveldi segði seg ikki kunna vera stjórnarberandi, um ikki allur flokkurin stóð saman um fiskivinnupolitikkin. Tað er kanska harður sjálvjustitsur - men soleiðis má tað vera. Stendur ein flokkur ikki saman um týðandi mál, er leiðslan ov veik - og so eigur flokkurin ikki at kunna vera stjórnarberandi.

Men verandi samgonguflokkar standa ikki saman um nakað stórmál - hvørki saman ella hvør sær. Tað er opin bardagi um alt. Viðhvørt vinnur Jacob, viðhvørt Jóannes, viðhvørt Johan og viðhvørt Anfinn. Men samfelagið tapir altíð.

 

Standið saman!

Tí mugu vit heita á tey mongu skilafólk, sum eisini mynda samgonguna:

Setið eina greiða kós, sum kann avmarka avleiðingarnar av kreppuni. Torið at raðfesta íløgurnar, so tað, sum gagnar mest, kemur fyrst. Takið avlagandi stuðulsskipanir av. Semjist um tað europapolitiska málið, og farið so eftir tí.

Og veljið so eina sterka leiðslu, sum bæði klárar at halda disiplin innanborða, og standa ímóti trýsti uttanífrá.

Hetta verður ópopulert í fyrstani, men í longdini skapar tað álit og trúvirði.

Reint partapolitiskt hevði tað ikki gagnað Tjóðveldinum, um ABC-samgongan vann sær álit og trúvirði. Men vit eru øll partur av einum samfelag, sum meira enn nakrantíð tørvar eina sterka leiðslu. Hvussu flokkarnir í leiðsluni eita, hevur minni at siga.

Tað, sum hendir nú, er einki stuttligt!