Amnesty skaðar málið um fosturtøku í Føroyum

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, finst at framferðini hjá Amnesty í Føroyum og hann væntar, at nógv fara at umhugsa sín limaskap í Amnesty

Framferðin hjá Amnesty í Føroyum skaðar skaðar málið um fosturtøku í Føroyum. Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Hesa seinastu tíðina hevur hann, meiri enn nakar, roynt at varpa ljós á málið um fosturtøku í Føroyum. Hann heldur, at tað er neyðugt at fáa kjak í Føroyum um fosturtøku, og hann heldur eisini, at vit mugu fáa ein nýggja lóg um fosturtøku tí við galdandi lóg verður ikki hildin.

 

Les meiri um tað her: Kommunulæknar: Lógin um fosturtøku verður brotin

 

Nú hevur deildin hjá Amnesty International í Føroyum eisini lagt seg út í málið. Tey eru farin at samla undirskriftir inn fyri at leggja trýst á Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann, fyri at fáa hann at broyta lógina so at vit fáa fría fosturtøku. Og tað seinasta er, at Amnesty í Føroyum eisini roynir at fáa deildirnar hjá Amnesty í honum norðurlondunum at leggja trýst á landsstýrið um at broyta lógina.

 

Les meiri her: Sólvit skal ganga á odda fyri fríari fosturtøku í Føroyum

 

Tað er fallið nógvum fyri bróstið, og tað er eisini fallið Sjúrða Skaale fyri bróstið. Í eini fráboðan í morgun sigur hann, at framferðin hjá Amnesty er ein roynd at loypa tað trupla kjakið um fosturtøku, um. Og harvið er tað ein roynd at loypa sjálvt føroyska demokratiið um.

 

– Sjálvandi fær Amnesty ikki sín vilja við hesum. Tvørturímóti. Tá tú roynir at trýsta onkran til okkurt, er úrslitið ofta, at viðkomandi ger tað øvuta. Eingin vil missa sítt sjálvræði – hvørki persónliga ella sum land, sigur Sjúrður Skaale. Hann heldur, at Amnesty skaðar sakina, tey siga seg virka fyri, og tey skaða eisini seg sjálv. Tí væntar hann, at fleiri føroyingar umhugsa sín limaskap í Amnesty.

 

– Sjálvur eri eg limur í Amnesty, og mær dámar als ikki, at hetta verður gjørt í mínum navni. At Amnesty ikki dugir at síggja trupulleikan við tí, skilji eg ikki, sigur hann.

 

Hann heldur, at skuldi tað hent, at Amnesty fær sín vilja, høvdu staðið við eini lóg, sum var blivin til uttan nakað opið kjak. Uttan fólkaræðisligan legitimitet. Og tað er ógvuliga sannlíkt, at hon hevði blivið broytt aftur, heldur hann.

 

Heldur Amnesty heldur, at fosturtøkulógin skal broytast, skulu tey føra fram argument fyri tí. Í Føroyum. Verulig argument og at 30.000 danskarar halda, at lógin skal broytast, er ikki ein grundgeving, leggur hann afturat. Hetta er altso tað føroyska fólkaræðið vit tosa um, ikki tað danska, sigur hann.

 

Les meiri um hansara sjónarmið við at trýsta HER