Hetta vil javnaðarflokkurin og eg (10 av 10)

Landskassin hevur eitt undirskot upp á umleið 530 milliónir krónur um árið. Framleiðslan fyri hvønn einstakan borgara í landinum er 80% av grannalondunum. Hetta er at samanlíkna við vandakós. Fyri at rætta upp á hetta vil eg, um eg komi inn á ting, virka fyri, at:

Fiskivinnan kastar sum mest av sær til skip, virki, manning og land.
Alivinnan fer longur út á hav at ala.
Tað alemnna leggur stovnar saman og effektiserar.
Kommunur verða lagdar saman í størri eindir.
Landskassin og kommunur skulu yvir eitt ávíst áramál verða skuldarleys.
Landskassin og kommunurnar skulu kunna upptaka lán fyri at konjukturútjavna. Hetta verður gjørt við eini nevnd umboðandi IMF(International Monetary Found), LB (Landsbankin), BÚ(Búskaparráðið).
Tað almenna ikki kann skuldarbinda tann meiniga og ófødda føroyingin.

So javn millum føroyingar Føroyar