Hevur bilurin fingið skaða?

Lakkering flutti um ársskiftið í nýggj og nýmótans hølir uppi á Hjalla 34. Nýggju hølini eru skræddaraseymað til at loysa uppgávurna á einum plátu- og lakkverkstaði. Lakkering hevur nú fingið eini snotilig hølir, har gólvvíddin er fýra ferðir størri enn hølini, sum felagið áður hevur hildi til í.

Ásgrímiur Lützen stjóri og Tóti Kristjánsson verkstaðsleiðari á Lakkering

Síðan stovnan fyri trimum árum síðan, hevur Lakkering víðkað um starvsfólkahópin og farin úr einari einmansfyritøku til eina nýmótans fyritøku, sum er arbeiðspláss hjá 12 starvsfólkum undir leiðslu av Ásgrími Lützen sum stjóra og Tóta Kristjánsson verkstaðsleiðara

 

– Eg stovnaði Lakkering sum ein óheftur plátu- og lakkverkstaður í 2021, tí eg brendi fyri lakkering og hægsta kundanøgdsemi, og nú vit hava fingið nýggj hølir, kann dreymurin gerast til veruleika, tí nú havi eg røttu starvsfólkini og røttu hølisumstøðurnar, til at eg kann røkka mínum málum, sigur Ásgrímur Lützen stjóri.

 

##med2##

– Okkara endamál við virkseminum á Lakkering er at bjóða bileigarum í Føroyum at fáa síni akfør umvæld á einum professionellum plátu- og lakkverkstaði við dugnaligum starvsfólkum og bestu arbeiðsumstøðum, soleiðis at vit altíð veita okkara kundum tey bestu avrikini. Bæði bygningur, amboð og mannagongdir eru ment við hesum í huga sigur ein stoltur Tóti Kristjánsson.

 

##med3##

– Plátu- og lakkverkstaðurin ger umvælingar av øllum bilmerkjum; bæði persónbilum og vørubilum. Eisini er verkstaðurin útgjørdur til skaðaumvæling av el-bilum. Bygningurin er nærum 1.000 fermetrar til støddar.

 

##med4##

– Felagið hevur heimasíðuna lakkering.fo, har bileigarar lætt og ómakaleyst kunnu boða frá skaða og talgilt kunnu bíleggja tíð til sýn og umvæling.

 

– Lakkering leggur seg eftir at fylgja øllum krøvum, sum altjóða bilverkstaðir seta til plátu-og lakkverkstøð og bjóðar øllum føroyskum bileigarum eina skjóta og professionella tænastu, tá ið bilurin hevur fingið skaða og skal umvælast.

 

##med5##

– Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum á tel. 725 725 ella lakkering@lakkering.fo. Vit sýna skaðan og geva fegnir eitt óbindandi tilboð, sigur Ásgrímur Lützen, stjóri í Lakkering á Hjalla 34 í Hoyvík at enda.

 

 

 

Ásgrímiur Lützen stjóri og Tóti Kristjánsson verkstaðsleiðari á Lakkering