Higartil seinsta tilmæli frá Leirvíkar bygdarráð

400 m lokveg/tunnil niðast í bygdini, men&

Jógvan E. Joensen, Leirvík




Bygdarráðið eigur í hvørtfall tøkk fyri at teir sleptu alternativinum um fjøruvegin omanfyri Tavuna, um eingin játtan fekst til lokveg/tunnil.
Tó undrar tað ein, tá tað nú skal vera ein tunnil/lokveg, at teir púrt hava slept fyrstu ætlanini um tunnilin, sum fer inn omanfyri bygdina.
Nú inflatión er komin í tunnilstilboðini, har fjørutunnilin, sum er mettur at kosta um 150 mill. nú verður boðin at verða gjørdur fyri undir 100 mill., kundi tað hent seg at tann ovari tunnilin (inn omanfyri bygdina), sum var mettur at kosta um 70-80 mill., kann gerast fyri uml. 50 mill.
Tá hevði hann haft lættari við at gliði niður hjá teimum játtandi myndugleikunum í Tinganesi.
Umberingarnar um, at ikki kann byggjast (spreingjast) har sum tunnilin kemur at liggja, halda ikki. Fyri tað fyrsta er tað sera sjáldan at neyðugt er at spreingja fyri húsagrundum í Leirvík. Eisini ber til at leggja tey fáu økini, sum talan eventuelt kann vera um, til almenn grøn økir, ella gera grundstykkini soleiðis at urtagarður kann liggja har.
Tað ógvusliga benið, sum sigast skal vera har hesin tunnil kemur út norðanfyri Statoil, er yvirdrivið. Har kann saktans gerast ein snøggur portalur, meðan rundkoyringin kann gerast við at fylla út niðanfyri núverandi veg. Tilfar skuldi verið nokk av.
Kundi prísurin fyri hendan tunnilin, við hjálp av NCC og JKP lækkast við nøkrum milliónum, hevði helst verið skilagott hjá bygdarráðnum at enda aftur við tí fyrsta og helst skilabesta tilmælinum, tunnil innan omanfyri bygdina.
Tá hevði ferðslan ikki nervað bygdina nakað serligt og miðstaðarøkið bleiv órørt.
Skuldi tað hent seg, sum helst stórur vandi er fyri, at játtandi myndugleikarnir ikki vilja játta pening til lokveg/tunnil gjøgnum fjøruna, omanfyri Tavuna, standa tríggjar vegaføringar hjá játtandi myndugleikunum at velja ímillum. Allar tríggjar vegaføringarnar eru roknaðar til 50 km ferðslu. Tá er møguleiki fyri fleiri íbindingarvegum, og vegurin tekur lítið meira øki enn ein vanligur paralellvegur, sum eitt bygdarráð um ikki so langa tíð, sjálvt skal gera og eftir røttum longu nú átti at tikið støðu til.
1)Veg omanfyri Bygdarhúsið
2)Veg niðanfyri Bygdarhúsið
3)Fjøruveg omanfyri Tavuna.

Fjøruvegurin eftir havnaøkinum omanfyri Tavuna er helst vánaligasta loysnin av hesum trimum.
At leggja ein høvuðsveg í eitt miðstaðarøki, tá tað ikki er neyðugt, man vera óhoyrt. Flest allar aðrar staðir royna teir at leggja tílíkar vegir uttanum slík miðstaðarøkir.
Flest allir leirvíkingar hava ørindir av einum ella øðrum slag, mestsum dagliga, um hesar leiðir.
Tvørtur um hendan veg skulu so ella so eini 60-80 fólk dagliga til arbeiðis. Allir teir, sum hava nakað við skip ella bátar at gera, skulu tvørturum.
Nakrar fáar metrar frá hesum høvuðsveg hava vit skúlan, barnagarðin, skótahúsið.
Kloss í hendan høvuðsveg hava vit peningastovnin, kirkjuna, ølhúsið, neystini, kommunuskrivstovuna, ja sjálvt havnalagið og torgið.
Av ringum royndum man ráðgevi bygdaráðsins Rambøll tí siga í sinum tilmæli um nett hesa loysnina:
Det vil være utænkeligt at føre en motorvej gennem et byområde, for slet ikke at tale om at tilslutte motorvejen på det mest centrale sted i en by. Gennemkørende trafik er simpelthen det mest ødelæggende for et bymiljø, fordi en netop ikke har noget ærinde i en by og kun opfatter den som en uønsket hindring på vejen.
Tá nevnt hevur verið um ikki at »krøkja« bygdina av, við øðrum vegaloysnum, er tað alt avgerandi hvat bygdin hevur at bjóða, tað veri seg av náttúru ella av øðrum, sum hevur áhuga fyri tann ferðandi, og ikki hvar vegurin liggur. Gjógv er sanniliga »krøkt« av, men er kanska tann mest vitjaða bygdina.
Deadline er 15. februar. Kanska fáa vit eitt seinasta einmælta tilmæli frá bygdarráðnum.