Hillary kann vinna á John McCain

Stilla demokratarnir Hillary Clinton upp, fer hon at vinna rættiliga greiðan sigur á republikanaranum John McCain Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning hjá tíðindastovuni AP. Sambært henni kann Hillary Clinton vinna á John McCain við 9 prosentstigum.

Kanningin sigur, at Hillary Clinton fer at fáa 50 prosent av atkvøðunum, og at John McCain fær 41 prosent.

Stilla demokratarnir Barrack Obama upp, verður John McCain næsti forsetin í USA. Kanningin hjá AP sigur, at verður valið teirra millum, fær McCain 46 prosent av atkvøðunum og Obama 44 prosent.