- Fólkakæri tónleikabólkurin Hjarnar koma at framføra á stóra pallinum á ársins Ljósfest. Hjarnar eru ikki heilt ókendir á Ljósfest. Teir hava nevniliga framført her bæði í 2021 og 2022, og báðar ferðirnar hava teir sett veruligt lív í áskoðarafjøldina.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.
Forsangarin er Karl Martin Samuelsen, og saman við honum eru Jógvan Olsen, keyboards, Hans Black, trummur, Eyðun Nolsøe, bass og Ólavur Øster, guitar.
Hjarnar fara at framføra á Ljósfest leygarkvøldið 17. august.
Umframt Hjarnar, so eru hesi tónleikanøvn almannakungjørd: Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight og Janus W Mortensen.
- Vestmenn og Froðbiar Sóknar Blues orkestur fara at framføra í tjaldinum fríggjakvøldið, 16. august, á Ljósfest, leggja tey í Vági aftrat.