Hjarnar fyrireika seg í Klaksvík

Rockbólkurin Hjarnar fyrireikar seg nú til tríggjar konsertir um vikuskiftið.

Hjarnar fer at spæla tvær konsertir í Spaniastovu fríggjakvøldið, og leygarkvøldið fara teir á pallin í Reinsarínum í Havn.

Útgávan We Come For You frá 1984 verður í miðdeplinum á hesum konsertum, tí Hjarnar fer at spæla allar sangirnar á útgávuni umframt onkran sang, sum ikki slapp við á plátuna. Afturat tí kann roknast við, at Hjarnar eisini trívir í aðrar kendar sangir hjá bólkinum.

Hesa vikuna fyrireikar Hjarnar seg vil konsertirnar. Teir halda til í Spaniastovu í Klaksvík, har teir venja og pínpussa framførsluna, teir skulu hava um vikuskiftið.