Rockbólkurin Hjarnar hevur sett eykakonsert á skránna í Klaksvík
Vikuskiftið 27. og 28. mai hevur rockbólkurin Hjarnar konsertir í Klaksvík og Havn. Á konsertunum spælir bólkurin allar sangirnar av útgávuni We Come For You umframt aðrar sangir.
Fríggjakvøldið 27. mai spæla teir í Spaniastovu í Klaksvík, og konsertin kl. 20.00 varð útseld beinanvegin. Nú hevur bólkurin sett eykakonsert á skránna seinni sama kvøld, kl. 22:45, og forsølan til hesa konsert byrjar klokkan 13 í dag.
Hjarnar spæla eisini á Reinsarínum í Havn leygarkvøldið 28. mai.