Hjartað á Tvøroyri fingið pláss á Facebook

Hjartað varð avdúkað 3, januar á gamla fiskaplássinum tjá T.F. Thomsen. Tað er Arne Johansen ið vegna Tvøroyrar Kommunu hevur gjørt hjartað. Longu nú síggjast nærum dagliga, myndir av fólki, ið hava latið seg avmynda við hjartað.

 

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Nú hevur hjartað fingið sítt egna pláss á Facebook og ein kapping er eisini sett í gongd. Fram til 1. februar kunnu tey, ið leggja eina mynd út av Hjartanum, gjarna ein ”selfie”, har fólk sjálvi eru við á myndini, vera við í kappingini – hvør vinningurin er, verður kunngjørt seinni. Tað einasta tú skalt gera fyri at vera við í kappingini, er at frámerkja síðuna og skriva #egelskitvøroyri . Kappingin er galdandi á Facebook og Instagram.

 

Leinkja til hjartað á Facebook er her