HM 2018: Løgmaður bleiv hugtikin av Maradona

Aksel V. Johannesen væntar, at Portugal og Cristiano Ronaldo fara at fáa tað torført til HM

So er tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum svarar spurningunum um HM 2018. Hann er sjálvur fyrrverandi áleypari hjá KÍ og vinnari av FM í 100 m sprint. Hann bleiv hugtikin av Diego Maradona, danska dynamit landsliðnum í 1986. Hann fer at fylgja gongdini hjá serliga grannatjóðunum – men heldur við Argentina.

 

In.fo: Hvørjum heldur tú við til HM og hví?

Løgmaður: Síðan HM í Spania í 1982, har Diego Maradona fyri fyrstu tók lut í einum HM-endapæli, havi eg hildið við Argentina. Eg havi eisini altíð hildið við Danmark og fylgt teimum, tá ið teir hava verið við í endaspølum. Eg stuðli eisini okkara grannatjóð Íslandi við fullum hjarta, nú teir veruliga eru farnir at gera vart við seg í fótbólti. 

 

Hvussu fert tú at fylgja við HM?

Eg fari at royna at fylgja við í sjónvarpinum heima við hús. Eg ætli mær fyrst og fremst at fylgja okkara grannatjóðum og so teimum stóru fótbóltstjóðunum. 

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

Tað er sjálvandi ilt at siga. Mínir favorittar eru Frakland, Týskland, Brasil ella Argentina. 

 

Hvat HM endaspæl minnist tú best og hví?

HM í Meksiko í 1986 stendur framvegis púra klárt í mínum minni. Danmark var fyri fyrstu ferð við, og vann allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum við góðum álopsfótbólti. Og so ikki minst Diego Armando Maradona, sum nærmast einsamallur vann HM við Argentina. 

 

Hvørjum spælara væntar tú tær mest av?

Eg vænti mær nógv av Neymar (Brasil), Lionel Messi (Argentina) og Kylian Mbappé (Frakland). 

 

Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar?

Hetta verður sjálvandi eitt reint git. Vertstjóðirnar plaga at standa seg væl, tá ið tær hýsa HM á heimavølli. Okkurt sigur mær, at Russland ikki fer at standa seg so væl. Russiska liðið er gamalt, og venjingardystirnar hava ikki hilnast serliga væl. 

 

Cristiano Ronaldo telist millum heimsins bestu spælarar, men mítt boð verður, at hann ikki fær eitt serliga gott HM. Portugal vann EM fyri tveimum árum síðan, men eg haldi kortini ikki at liðið spælir serliga spennandi fótbólt, hóast leikaratilfeingi er til tað. Okkurt sigur mær, at Portugal og Ronaldo ikki fara at gera um seg í Russlandi í summar.

 

Aðrar greinar um HM 2018:

Les eisini: - Salah floppar til HM (Fríðin Ziskason)

 

Les eisini: - Tendri sjónvarpið so skjótt eg komi heim (Rannvá B. Andreasen)

 

Les eisini: Eg haldi við Íslandi, men Brasil vinnur (Jóan Símun Edmundsson)