Norska tíðindastovan, NTB veit at siga frá Sepp Blatter: - Eg vil ikki dylja, at HM-endaspælið í fótbólti í 2022 fer at verða avgreitt um veturin. Møguleikin fyri at HM-endaspælið verður í januar, er munandi størri enn, at HM-endaspælið verður avgreitt í juni og juli, segði Sepp Blatter á tíðindafundi.
- Vit hava góða tíð at hyggja uppá hetta, og meta um tær ymisku avleiðingarnar. Tað týdningarmesta fyri okkum í FIFA er, at tað er ítróttarliga forsvarligt at avgreiða HM-endaspælið. HM-endaspælið í 2022 má tí avgreiðast í desember ella í januar, staðfestir Sepp Blatter.
Stóri trupuleikin í Qatar er, at hitalagið í juni og juli liggur um tey 40 hitastigini. Í fjør vóru 51 hitastig máld í Qatar. Í desember og januar eru hitin munandi lægri.