Í annaðkvøld klokkan 20 byrjar HM-finalan millum Spania og Argentina á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.
Argentinski forsetin, Javier Milei verður ikki millum áskoðararnar á Metlife leikvøllinum.
Javier Milei er eins og nógvir argentinskir landsmenn fullur av pátrúgv, tá tað kemur til fótbólt. Javier Milei heldur tað fer at raka argentinska liðið meint, um hann verður til staðar til HM-finaluna.
Javier Milei hevur sitið í forsetaborgini og hugt eftir øllum sjey teimum fyrstu HM-dystunum hjá Argentina. Hann hevur sitið í sama stóli í somu posisjón, og hann hevur verið í sama jakkanum til allar sjey dystirnar, og hann verður í sama jakkanum undir HM-finaluni millum Spania og Argentina.
Hetta greiddi Javier Milei frá í einari útvarpssamrøðu við útvarpsstøðina, El Observador.
Javier Milei greiddi eisini frá, at undir HM-fjórðingsfinaluni hjá Argentina móti Sveis fór hann úr jakkanum eina løtu, og tá javnaði Sveis til 1-1, og dysturin fór seinni til longda leiktíð. Javier Milei fór í jakkan aftur, og Argentina vann dystin 3-1 aftaná longda leiktíð.
Kring alt Argentina eru tað túsindtals aðrir fótbóltsfjepparar, ið eisini hava fastar siðir í samband við dystir hjá argentinska fótbóltslandsliðnum.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











