HM kann gera dreymin til veruleika

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les alt prátið við Áka Egilsnes í blaðnum í dag. Les eisini stórt tema um fiskivinnuna. 

 

 

- Eg ætli mær at liva av hondbóltinum. Tað er tað, ið eg brenni fyri, og er nokk tað, ið allir hondbóltsleikarar veruliga vilja. Eg veit, at um eg gevi alt eg kann, so skal eg nokk klára tað. Tað sigur Áki Egilsnes, ein av føroysku hondbóltshetjunum, ið hóast mótgang ikki hevur slept dreyminum um at gerast professionellur hondbóltsleikari.


- Størsta hendingin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Ja, kanska í føroyskari ítróttarsøgu í liðítrótti yvirhøvur.

 

Orðini eigur Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, ið ikki var sparin við lýsingarorðunum, tá hann mánadagin skipaði fyri móttøku í Tinganesi fyri føroyska U-21 hondbóltslandsliðnum hjá monnum eftir, at U-21 landsliðið heldur óvæntað vann sín undanbólk í endaspælið til HM, ið varð spælt á høllini á Hálsi um vikuskiftið.

 


Tað hevði hann nú heldur onga orsøk til, tí úrslitini á Hálsi talaðu fyri seg. U-21 landsliðið skal sum fyrsta føroyska hondbóltslandslið luttaka í einum HM-endaspæli, og er løgmaður langt frá einsamallur í at halda, at talan er um størsta liðavrik í føroyskari ítróttarsøgu.

 


Fagnaðurin var eisini stórur á høllini á Hálsi, tá tað gjørdist greitt, at U-21 landsliðið megnaði at tryggja sær pláss í HM-endaspælinum í Algeria í summar. Undankappingin fer at standa sum ein varði í føroyskari ítróttasøgu, og fyri ungu menninar, er tað ein dagur, ið teir neyvan gloyma í bræði.