HM: Kurakau stríddist manniliga og knógvaði søguligt stig

Ekvador hevði sera tungt hoyggj við Kurakau

Mynd: Ritzau Scanpix

Undan dystinum á Arrowhead leikvøllinum í Kansas í innleiðandi HM-bólki E millum Ekvador og HM-debutantarnir, Kurasau var Ekvador risastórur favorittur. Kurasau hevði tapt 1-7 fyri Týsklandi í fyrsta umfarinum, og fáur mundi geva teimum ein livandi møguleika at fáa stig móti Ekvador.

 

Men við einum ótrúligum hugburði og stríðshuga eydnaðist tað landsliðnum hjá lítla karibiska oyggjalandinum at halda málið reint, og við 0-0 javnleiki at skriva søgu við fyrsta stiginum í einum HM-endaspæli. 

 

37 ára gamli málverjin hjá Miami FC, 37 ára gamli Eloy Room spældi sín lívs dyst í málinum hjá Kurakau. Verjan hjá Kurakau vísti ein hugburð og eitt avrik, ið minti um avrikið hjá føroyska landsliðnum móti Eysturríki í Landskrona, 12. september í 1990.

 

Ekvador hevði 15 royndir innanfyri málrammurnar, meðan Kurakao hevði tríggjar. Ekvador hevði bóltin 75 prosent av tíðini, og hornasparkshagtølini søgdu 9-0 til Ekvador. 

 

Ekvador hevur enn ikki skotið eitt mál í HM-endaspælinum. Í fyrsta umfarinum taptu teir 0-1 fyri Fílabeinsstrondini. 

 

Aftaná tvey umfør er Týskland fremst í bólkinum við seks stigum. Fílabeinsstrondin hevur trý stig, meðan Ekvador og Kurasau hava eitt stig hvør.

 

Tað búgva 156.000 fólk á Kurasau. Kurasau er sostatt minsta tjóðin í søguni, ið vinnur eitt stig í einum HM-endaspæli í fótbólti. 

 

Ekvador-Kurasau 0-0

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ekvador og Kurasau.

 

Hóskvøldið klokkan 21 vera dystirnir í triðja umfarinum leiktir samstundis. Dystirnir eru Týskland-Ekvador og Fílabeinsstrondin-Kurakau.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix