Komandi trý árini fer U21-landsliðsleikarin, Árni Nóa Atlason at spæla við Vendsyssel FF, ið komandi kappingarár fer at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Liðið vann sær uppflyting í undanfarna kappingarári við m.ø. Ara Olsen á liðnum.
Um Árna sigur ítróttarstjórin hjá Vendsyssel FF, Jens Hammer Sørensen, at tey fáa ein hart arbeiðandi og eyðmjúkan leikara, ið kemur við ein mentaliteti, ið passar væl saman við hugburðinum tey hava í Vendsyssel FF: - Vit gleða okkum at fylgja menningini hjá Árna í Vendsyssel FF. Sigur Jens Hammer Sørensen við heimasíðu felagsins.
Við heimasíðu felagsins sigur Árni: - Eg gleði meg nógv til at gerast partur av Vendsyssel FF. Eg havi heilsað upp á leikararnar, havi møtt fólkunum kring felagið, og eg havi tosað nógv við venjaran, Kim Engstrøm. Tað kennist bara heilt rætt at gerast partur av hesum felagnum, ið hevur sett sær stór mál. Sjálvt um tað er sorgblítt at fara úr Víkingi og Føroyum, so gleði eg meg til hesa ferðina saman við Kim og dreingjunum.
Fitt av føroyskum leikarum hava roynt seg í Vendsyssel FF. Áður hava leikarar sum Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen roynt seg í Vendsyssel FF, ið spælir sínar heimadystir í Hjørring.











