Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av grannunum í B68. Tá ið NSÍ í fjórða umfari var á Svangaskarði vann NSÍ 2-1.
Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 32 stig og er topplið. Tað eru tvey stig aftur til KÍ, sum um tvær vikur verður gestur við Løkina.
B68 hevur 12 stig og er á áttanda plássi. Tað er bara eitt stig aftur til Skála, sum er undir strikuni saman við 07 Vestur, sum í morgin fær vitjan av AB.
Annað mánakvøld fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og tá fær B68 vitjan av AB.
Hóast NSÍ og B68 eru í hvør sínum enda á støðutalvuni, so sást ikki so nógv til tað í grannauppgerðini í kvøld.
Einasta NSÍ málið í kvøld skoraði Michal Przybylski longu í fimta minutti. Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram sendi Michal Przybylski bóltin í málið eftir upplegg frá miðverjanum Daniel Obbekjær. Hetta var sætta málið í Meistaradeildini í ár hjá Michal Przybylski, sum er ein av trimum spælarum, ið hava skorað seks mál og eru dygst undir toppskjúttanum Simon Jørgensen hjá Skála ÍF. Hinir eru Árni Frederiksberg og Bogi Reinert-Petersen.
Vindurin órógvaði spælið eitt sindur. Hóast NSÍ vann 12 hornaspørk, og B68 vann fýra hornaspørk, so var ongantíð talan um, at gestirnir vóru niðurspældir, og tað var spenningur í inntil síðsta bríksl.
Tað vóru málmøguleikar í báðum endum, og fram ímóti dystarenda spentu gestirnir álopsbogan heilt í botn, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.











