HM: Niðurlond og Eysturríki hava fult stigatal í bólki E

Niðurlond vunnu risastóran sigur

 

Hóast bert tvey umfør eru leikt í HM-bólki E, so er longu greitt, at Niðurlond og Eysturríki hava vunnið seg víðari til millumumfarið.

 

Niðurlond vunnu í Rotterdam ein knúsandi 37-15 (18-10) sigur á Egyptalandi.

 

Toppskjúttar hjá Niðurlondum vóru Bo van Wetering við átta málum, og Dione Housheer við sjey málum.

 

Toppskjútti hjá Egyptalandi við fýra málum var Ehsan Abdelnaeim.

 

Í sama bólki vann Eysturríki 27-23 á Argentina. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. 

 

Toppskjúttar hjá Eysturríki vóru Ines Ivancok-Soltic við átta málum, og Klara Schlegel við seks málum. 

 

Toppskjútti hjá Argentina við seks málum var Micaela Casasola.

 

Niðurlond og Eysturríki hava fýra stig hvør. Argentina og Egyptaland hava einki stig. 

 

Bólkur E, Rotterdam, Niðurlond:

 

28. november:

 

Eysturríki – Egyptaland 29-20

 

Niðurlond – Argentina 32-25

 

30. november:

 

Eysturríki – Egyptaland 27-23

 

Egyptaland – Niðurlond 15-37

 

2. desember:

 

Argentina – Egyptaland, kl. 17.

 

Niðurlond – Eysturríki, kl. 19.30.