HM: Ný Sæland megnaði javnleik móti iransku favorittunum

Alt er javnt í innleiðandi HM-bólki G

Elijah Just skoraði bæði málini hjá Ný Sælandi (Mynd: Ritzau Scanpix)

Aftaná fyrsta leikumfarið hava øll liðini í innleiðandi HM-bólki G, Egyptaland, Belgia, Iran og Nýsæland eitt stig hvør.

 

Hóast Ný Sæland er 65 pláss aftanfyri Iran á FIFA-styrkislistanum, so megnaðu nýsælendingar javnleik 2-2 móti Iran á SoFi-leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia. Ný Sæland var enntá tvær ferðir á odda í dystinum. 

 

Elijah Just, ið skoraði bæði málini hjá Ný Sælandi spældi í donskum fótbólti í fimm kappingarár. Fyrst við Helsingør, árini 2019 til 2022, og síðani við AC Horsens, árini 2022 til 2024. Í dag spælir hann við Motherwell í bestu skotsku fótbóltsdeildini.

 

Talan var um ein lívligan og undirhaldandi dyst millum Iran og Ný Sæland. Dysturin var bert sjey minuttir gamal, tá Elijah Just legði Ný Sæland á odda við einum dundurskoti. Í 32. minutti fangaði Ramin Rezaeian bóltin í høgru síðu í brotsteiginum, og hann setti hann í netið við handaru stong. Níggju minuttir inn í seinna hálvleik var Elijah Just aftur upp á spæl, tá hann í góðum samstarvi við Chris Wood endaði eitt álop við at lobba bóltin uppum iranska málverjan. Níggju minuttir seinni javnaði Mohammed Mohebi fyri Iran. 

 

Hetta er fjórði javnleikurin á rað hjá Ný Sælandi í HM-endaspølum. Teir hava tó enn til góðar at vinna ein dyst í einum HM-endaspæli. Hetta er triðja ferðin Ný Sæland kappast í einum endaspæli. Fyrstu ferð var í 1982 og aðru ferð var í 2010. Í HM-endaspælinum í 2010 megnaðu teir tríggjar javnleikir í teimum trimum innleiðandi HM-dystunum. 

 

Iran-Ný Sæland 2-2 (1-1)

0-1 Elijah Just ('7 )

1-1 Ramin Rezaeian ('32 )

1-2 Elijah Just ('54 )

2-2 Mohammad Mohebi ('64 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Sunnukvøldið klokkan 20 hevur Iran aftur dyst á Sofi leikvøllinum í Inglewood. Tá verður Belgia mótstøðuliðið. Mánadagin klokkan tvey - um náttina føroyska tíð - spæla Ný Sæland og Egyptaland á BC Place leikvøllinum í Vancouver. 

 

Elijah Just skoraði bæði málini hjá Ný Sælandi (Mynd: Ritzau Scanpix)