Óli Holm hevur skrivað bók um VB

Fríggjadagin á jóansøku í Vági verður bókin Far vestur á Eiðið løgd fram á Biskupskeldu

Á jóansøku verður bókin "Far vestur á Eiðið" útgivin á serstøkum bókatiltaki í Biskupskeldu í Vági.

 

Óli Holm hevur skrivað bókina um fyrstu 100 árini hjá Vágs Bóltfelag. Ígjøgnum eitt langt lív við stórum áhuga fyri øllum, sum viðvíkur ítróttinum á Eiðinum, hevur Óli Holm savnað saman gerðabøkur, skrivað dagbøkur, og funnið fram myndir og frásagnir, sum ivaleyst eru týðandi perlur í søguni, sum nú eru festar á blað.

 

Í bókini “Far vestur á Eiðið”, tekur Óli Holm saman um sumt av tí, sum hann hevur funnið fram til. Vit lesa fakta um stór tøk í bygdini, um stórsligin úrslit, um serstøk minnir og mangar merkisverdar løtur, sum bara ítrótturin kann skapa.

 

Við góðum 300 síðum útkemur “Far vestur á Eiðið” fríggjadagin á jóansøku 2026.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin til bókaútgávu í Biskupskeldu fríggjadagin 19. juni klokkan 15.30.

 

Óli Holm lesur brot úr bókini, og Robert Mc.Birnie spælir nøkur løg.

 

Aftaná bókatiltakið verður - sum siður er - farið vestur á Eiðið til grannauppgerð millum FC Suðuroy og TB.