Í morgin klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti dyst í HM-millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund.
Dysturin verður ímóti Serbia, ið hevur fýra stig, meðan Føroyar hava tvey stig.
Serbia hevur vunnið á Spania, Íslandi og Uruguay, og hevur tapt fyri Týsklandi. Føroyar hava vunnið á Spania og Paraguay, men hava tapt fyri Montenegro og Týsklandi.
Serbia hevur eina greiða favorittstøðu hjá 17 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Tað er í sjálvum sær fínt, tí føroysk landslið trívast ofta best í leiklutinum sum "underdog".
Miðaloddsini upp á serbiskan sigur eru 1,37.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 3,92.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,92.
HER eru oddsini:
##med2##











