Fram til jóla fer at bera til at keypa sær ymiskt í hugnaligu jólasmáttunum, ið standa miðskeiðis í Vági.
Tað eru ymisk ítróttafeløg, ið skiftast at selja. Feløgini eru Vágs kappróðrarfelag, Susvim, VB og judo-felagið.
23/12 bjóðar býráðið okkurt gott.
Hesa vikuna er tað Vágs kappróðrarfelag, ið hevur sølu í smáttunum.
Søluskráin er hendan:
• Tórsdagin: Bollar og kakao
• Fríggjadagin: Heitar vaflur
• Leygardagin: Holukøkur og gløgg
• Sunnudagin: Rís a’la mande
Kaffi og saft verður til keyps allar dagarnar, og somuleiðis verður jólaligur heimabakstur og jóladekoratiónir til sølu.
Jólamaðurin kemur á vitjan við smátturnar fríggjadagin kl. 16!
Upplatingartíðir hesa vikuna!
Tórsdagur 4. desember: kl. 15.00 – 18.00
Fríggjadagur 5. desember: kl. 15.00 – 18.00
Leygardagur 6. december: kl. 14.00 – 19.00
Sunnudagur 7. desember: kl. 14.00 – 19.00
Húsið hjá handverkarafelagnum hevur eisini opið í upplatingartíðunum, har til ber at seta seg inn í hitan og njóta tað, ið keypt verður í smáttunum. Húsið er pyntað til jóla.
Fólk ella feløg sum hava eitthvørt at selja kunnu venda sær til Miðlatún, upplýsa fyrireikararnir.










