Biskupur prædikar í Keypmannahavn

Annan sunnudag í advent, 7. desember, prædikar biskupur Jógvan Fríðriksson, í Hans Egedes Kirkju í Keypmannahavn

Føroyskar gudstænastur eru fast í kirkjuni fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum klokkan 14, tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíði síni. 

 

Føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, varð sett á stovn 28. november 1915 og hevur í ár 110 ár á baki.

Bispur hevur prædikuna, og føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brünings-Hansen, er liturgur.

 

Eftir gudstænastuna er hugnalig samvera og drekkamuður í hølunum við síðuna av kirkjuni, har bispur í stuttum fer at greiða frá um Fólkakirkjuna.