HM: Spania vann hálvfinaluna upp á eina málmansvillu

Móti dystarenda gjørdist Mikel Merino aftur sigursmálskjútti hjá Spania í kvøld

Mynd: Ritzau Scanpix

Týskvøldið klokkan 20 verður evropeiskur stórfundur í HM-hálvfinaluni, ið verður leikt á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.

 

Tað vera HM-favorittarnir, Frakland og verandi evropameistararnir, Spania sum fara at takast um at vinna seg í HM-finaluna.

 

Spania vann í kvøld 2-1 á Belgia í HM-fjórðingsfinaluni, ið var leikt á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia.

 

Tað gjørdist dýrt hjá Belgia, at teirra besti málverji - ein av heimsins bestu málverjum - Thibaut Courtois fekk ein skaða, og mátti skiftast út aftaná vatnbráið í seinna hálvleiki. 

 

Avloysarin, Senne Lammens átti sín stóra lut í, at Spania skoraði sigursmálið til 2-1. Tá klokkan vísti 88 minuttir, og longda leiktíðin nærkaðist megnaði Senne Lammens ikki at halda einum bleytum langskoti hjá Pau Cubarsi. Bólturin fór út til Mikel Merino, ið enn eina ferð gjørdist sigursmálskjútti hjá Spania móti dystarenda. 

 

Spania legði seg á odda fyrru ferð í dystinum, tá Fabian Ruiz fangaði ein returbólt, og setti hann í netið til 1-0. Tá vóru 30 minuttir leiktir. Fýra minuttir undan steðginum gjørdist Belgia fyrsta liðið í HM-endaspælinum, ið megnaði at skjóta mál móti Spania. Charles De Ketelaere javnaði við einum góðum stútara.

 

Spania hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu fýra ferðir so nógvir royndir innanfyri málrammuna enn mótstøðuliðið, so samlað var tað uppiborið, at Spania vann. Hinvegin var Belgia bert eina málmansvillu frá at røkka longdari leiktíð, og tað sveið hjá teimum. 

 

Spania-Belgia 2-1 (1-1)

1-0 Fabian Ruiz ('30 )

1-1 Charles De Ketelaere ('41 )

2-1 Mikel Merino ('88 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Spania og Belgia. 

 

-----------------------------

 

HER er skráin fyri HM-fjórðingsfinalurnar. Talan er um føroyskar klokkutíðir:

 

Hóskvøldið klokkan 21: Frakland-Marokko 2-0 (0-0)

 

Fríggjakvøldið klokkan 20: Spania-Belgia 2-1 (1-1)

 

Leygarkvøldið klokkan 22: Noreg-Ongland (Miami)

 

Sunnumorgun klokkan tvey - um náttina føroyska tíð - Argentina-Sveis (Kansas býur)

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix