- Í mai skipaði kommunan fyri umhvørvisdøgum kring kommununa. Endamálið var at seta fokus á umhvørvið, felagsskapin og týdningin av at taka ábyrgd fyri nærumhvørvinum.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
Ymiskt var á skránni kring kommununa.
- Við Gjógv gjørdu tey veltu, har fólk kundu tekna seg til. Hetta var eitt sera væleydnað tiltak. Tiltakið varð fult teknað, og fólk vóru ótrúliga glað fyri møguleikan at velta síni egnu epli.
##med2##
Sunda Rynkur skipaðu fyri einum væleydnaðum súkklutúri, har luttakarar fingu høvi at njóta náttúruna og samstundis seta fokus á grønan flutning og heilsu.
- Í Hvalvík varð skipað fyri arbeiðsdegi í viðarlundini, har nógv hjálptu til við at gera økið enn vakrari við at rudda og planta trøð.
Harumframt skipaði Sunda bókasavn fyri spennandi fyrilestri við Guðrið Lómfelli, og Ungmannafelagið Eydnan skipaði fyri kondibingo í Náttúrulundini.
- Tvey góð tiltøk, sum góvu fólki møguleika at vera saman, fáa nýggja vitan og njóta felagsskapin í hugnaligum kørmum.
Barnagarðsbørn kring kommununa vóru eisini virkin og hjálptu til við at rudda og taka sær av nærumhvørvinum.
- Tað er gleðiligt at síggja, at yngra ættarliðið vísir so stóran áhuga fyri umhvørvinum.
Vikan endaði við stóra árliga ruddingardegnum, har rudda varð í øllum bygdum.
- Dagurin byrjaði við felags morgunmati í hvørjari bygd, áðrenn farið varð út at rudda í nærumhvørvinum. Eftir ruddingina savnaðust fólk aftur til hugnaliga samveru og fingu smyrjibreyð.
Sum partur av umhvørvisdøgunum hevði kommunan eisini eina myndakapping, har fólk kundu senda inn mynd frá teirra ruddingardegi.
- Vinnarin er funnin, og tað var Hansy Djurhuus, sum vann gávubræv á 1000 krónur.
Í Sunda kommunu takka tey øllum, sum luttóku og vóru við til at gera umhvørvisdagarnar til eina góða og gevandi uppliving.
- Vit takka eisini øllum sjálvbodnum, sum á ymiskan hátt vóru við til at seta sín dám á umhvørvisdagarnar 2026.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















