HM: USA vann seg í sekst­and­a­parts­finalurnar

USA hevur fullan pott aftaná tvey umfør

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyri fyrstu ferð í 96 ár hevur USA vunnið tveir dystir á rað í einum HM-endaspæli.

 

Í øðrum dystinum í innleiðandi HM-bólki D vann USA á Lumen Field leikvøllinum í Seattle 2-0 í Avstralia.

 

Cameron Burgess gjørdi sjálvmál longu í ellinta minutti, og stutt undan steðginum økti Alexander Freeman til 2-0. 

 

USA hevur fullan pott, seks stig fyri tveir dystir og hevur tryggjað sær sætið í sekstandapartsfinalunum. Avstralia hevur trý stig, meðan Paraguay og Turkaland einki stig hava.

 

Klokkan fýra í nátt spæla Paraguay og Turkaland á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia.

 

USA-Avstralia 2-0 (2-0)

1-0 sjálvmál ('11 )

2-0 Alexander Freeman ('43 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum USA og Avstralia. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix