Tað sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, sum raðfestur landskappingina hægst, nú Víkingur bara er eitt stig frá niðurflytingarstrikuni.
- Vit hugsa sjálvandi eisini um dystin mánadagin. Vit spara onkrar spælarar og flyta aðrar spælarar á pláss vit rokna við, at teir koma at spæla á móti TB. Vit skifta eisini allar tríggjar miðvallararnar, tað er teir, sum hava runnið mest, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann ásannar at mótstøðan í dag var ov sterk. Rumenska FC Petrolul vann 4-0 í dag og vinnur samanlagt 7-0.
- Tað er einki at siga til, at teir vinna dystin. Teir vinna uppiborið, men eitt sindur keðiligur máti teir fáa málini uppá. Her skapa teir átta álmøguleikar og fáa fýra mál. Tað er eitt sindur óheppið sær í mun til fyrra dystin í Rumenia, har teir kanska skapa 15 ella 20 møguleikar og fáa trý mál, sigur Sigfríður Clementsen og greiðir víðari frá.
- Málini eru keðilig. Tað eru tvey hornaspørk, eitt fríspark og eitt dreyma-langskot. Tað fært tú so illa gjørt nakað við. Í vanligum spæli skapa teir kanska fýra møguleikar og tað er ikki meiri enn hvat vit gera, sigur nýggi venjarin hjá Víkingi.
FC Petrolul skal í 3. umfari í Europa League kappingini spæla móti Vitesse Arnhem.
- Hetta er eitt lið, ið hevur sum mál at spæla í Champions League. Tað er eisini tann munurin, sum er á liðunum í dag, staðfestur Sigfríður, sum heldur at tað var fult uppiborið, at Víkingur vann á finska FC Inter Turku í 1. umfari í Europa League.
- Mann fyri mann vóru FC Inter Turku nokk betri enn vit, men sum lið, so haldi eg at vit við tí samanhaldinum vit hava og tí taktiska vunnu fult uppiborið, sigur Sigfríður.
Hóast Víkingur nú hevur spælt fýra dystir í Europa League, so metir Sigfríður ikki, at hetta fær at ávirka avrikini í heimligu kappingini tað skeiva vegin.
- Vónandi kemur hetta at hava eina positiva ávirkan á seinnu hálvu. Vit hava fingið styrkt samanhaldið og fingið roynt liðið móti sterkari mótstøðu. Serliga verjan hevur fingið roynt seg. Nú manglar bara at fáa rættað upp á deyðbóltarnar, so sær gott út, sigur Sigfríður at enda.
Samrøðan við Sigfríð Clementsen kann hoyrast undir myndini.