Holst skoraði í heimatapi

Fremad Amager spældi á heimavølli ímóti Frem

Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Fremad Amager taptu í dag á heimavølli.

 

Fremad Amager tók ímóti Frem, sum áður hevur havt Atla Danielsen og Andrias Lava Olsen á liðnum. Dysturin endaði 2-1 til Frem. Fremad Amager kom á odda longu í øðrum minutti við málið, sum Christian Lamhauge Holst skeyt. Men seinastu 10 minuttirnar av vanligu leiktíðini fekk Frem tvey mál og harvið trý stig.

 

Talan varð um fyrsta dystin hjá liðunum í hesum kappingarárinum.