Øll tey 30, sum vóru á tingfundi í morgun, tóku undir við uppskotinum um at velja Honnu Vang til Løgtingsins umboðsmann eitt tíðarskeið afturat – ella næstu fimm árini.
Fyrsti føroyski umboðsmaðurin var Joen H. Andreassen, ið var valdur Løgtingsins Umboðsmaður fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desember 2005. Annar umboðsmaður var Sólja í Ólavsstovu, ið var vald fyri tíðarskeiðið 1. janaur 2006 til 31. desember 2020.
Núverandi Løgtingsins umboðsmaður er Hanna Vang, varð fyrru ferð vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2021 til 31. desember 2025.
Í morgu hevur Løgtingið gjørt av, at hon eisini verður Løgtingsins umboðsmaður næsta tíðarskeiði sum er frá 1. januar í 2026 til 31. desember í 2030.