Føroya Politi hevur nú skuldsett ein persón í málinum um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði til kommunuvalið í 2024. Persónurin er skuldsettur fyri brot á § 116, stk. 1 í revsilógini.
Av tí at talan er um eitt revsimál, sum enn verður viðgjørt av politinum og ákæruvaldinum, eru í verandi løtu ikki fleiri viðmerkingar til málið.