– Eg eri sera fegin um, at tað er ein vegur fram fyri at ganga sterka ynskinum hjá Føroyum um limaskap í WTO í egnum navni á møti, sigur Metta Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark.
– Frá stjórnarinnar síðu fara vit at hjálpa Føroyum á allar hugsandi hættir, sum kunnu lætta um leiðina til føroyskan limaskap í WTO sum skjótast. Hendan gongdin er eitt gott dømi um, at vit saman bróta upp úr nýggjum í samstarvinum innan Ríkisfelagsskapin.
Hon vísir á, at meginparturin av føroyska búskapinum er útflutningur til onnur lond, og nógv tann størsta útflutningsvøran er fiskur.
Tí hevur tað í áravís verið eitt brennandi ynski úr Føroyum um, at Føroyar sjálvar kunna gera handilsavtalur.
Føroyar vilja tí fegnar vera partur av Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, sigur forsætisráðfrúan millum annað í tíðindaskrivi í dag.
/Ritzau/