Hondbóltur, menn: Neistin økir um munin

Neistin var við yvirlutan í fyrra umfarinum og fór til hálvleiks við leiðsluni á fimm mál ? 16-11. Gestirnir úr Kollafirði royndu at vinna seg aftur í seinna hálvleiki, men teir hóttu ongantíð leiðsluna av álvara.

 

Andreas Nielsen, KÍF, var toppskjútti við átta málum. Jugoslav Djumic, sjey mál, skeyt flest mál fyri Neistan.

 

Tveir dystir eru á skránni í morgin. StÍF og VÍF hittast í Ítróttarhøllini á Skála, og H71 og Kyndil spæla í Hoyvíkshøllini. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.00.

 

Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:

 

1. Neistin ? 25 stig, 13 dystir

2. KÍF ? 17 stig, 13 dystir

3. VÍF ? 12 stig, 12 dystir

4. Kyndil ? 12 stig, 12 dystir

5. H71 ? 12 stig, 11 dystir

6. StÍF ? 6 stig, 12 dystir

7. Team Klaksvík ? 0 stig, 11 dystir