Úrslitið var 28-23. Liðini fylgdust í fyrra umfarinum, men aftána steðgin fór VÍF undan og vann sær eina trygga leiðslu.
Kyndil er eisini trý stig aftan fyri KÍF, sum er nummar tvey. Grønlittu havnarmenninir vunnu við fýra málum í Hoyvíkshøllini seinnapartin.
Úrslitið var 22-18. Sigurin var uppiborin í einum sera rótutum dysti. Liðini framdu nógv mistøk, og útvísingarnar vóru nógvar. Vestmenningurin Karl Jóhan Djurhuus, sum hevur spælt við HC Kvívík í hesum kappingarárinum, spælir nú við Kyndil, og hann var serliga eyðsýndur hjá gestunum.
Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:
1. Neistin ? 25 stig, 13 dystir
2. KÍF ? 17 stig, 13 dystir
3. VÍF ? 14 stig, 13 dystir
4. Kyndil ? 14 stig, 13 dystir
5. H71 ? 12 stig, 12 dystir
6. StÍF ? 6 stig, 13 dystir
7. Team Klaksvík ? 0 stig, 11 dystir