Tað serliga í hesum døgum er, at KÍF og H71 hjá monnum, og Stjørnan og VB hjá kvinnum møtast tríggjar ferðir innanfyri eina viku.
Leygardagin klokkan 18 spæla Stjørnan og VB fyrru hálvfinaluna í steypakappingini í KÍ-høllini. Minni enn eitt samdøgur aftaná spæla somu lið ein dyst í landskappingini í somu høll.
Hóskvøldið vann KÌF ein knúsandi 29-15 sigur á H71 í tí fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Nú skal KÍF spæla ímóti H71 á útivølli tvær ferðir innanfyri tríggjar dagar.
Sunnudagin klokkan 16 møtast liðini í Atlantic Airways kappingini, og týskvøldið spæla liðini seinnu hálvfinaluna í steypakappingini.
Seinnapartin tosaði Rás2 við Birgir Hansen, landsliðsvenjara hjá monnum um umfarið hjá monnum og kvinnum hesaferð. Rás2 tosaði eisini við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, venjara hjá Stjørnuni, og við Teit Joensen hjá KÍF.
Tað ber til at hoyra prátini við Birgir Hansen, Svein Rógva Nielsen Ljósstein og Teit Joensen undir greinini.