Reuter veit í kvøld at siga, at higartil eru seks amerikanskir hermenn deyðir, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.
Tað var leygarmorgunin, at álopini vórðu sett í verk, og síðan hevur Iran svarað aftur við álopum á fleiri lond í Miðeystri.
Iran hevur nevniliga sent bæði rakettir og dronur eftir amerikanskum herstøðum í fleiri londum.
Amerikansku herfólkini lótu lív, tá Iran leyp á Kuwait og rakti eina fyribils átaksstøð - uttan ávaring.
Sum skilst í kvøld, hevur Iran eisini stongt Hormusundið fyri skipaferðslu, og hetta er siglingarleiðin inn í Persaraflógvan.










