Hoyr Heina skapa tónleik við munninum

16 ára gamli Heini Ziskason Viðoy í Havn beatboxar. Tað er at skapa tónleik og ljóð við bert at brúka røddina, munnin, varrarnar og tunguna.

 

- Eg royndi at beatboxa fyri fýra árum síðani á einari legu í Nesvík, og onkur helt, at tað riggaði væl. Síðani havi eg gjørt nógv við tað og eri blivin betur til tað, sigur Heini Ziskason Viðoy.

 

Hann var gestur á Rás2 í gjár, og tá greiddi hann frá um at beatboxa. Niðanfyri ber til at hoyra prátið og eisini hoyra dømi um, hvussu Heini kann skapa fantastiskan tónleik við munninum.