John Johannessen
Vibeke Larsen, ríkisumboðskvinna, situr trúgv í sessi sínum í løgtinginum og fylgir við, nú aðalorðaskiftið um lagnuna hjá ríkisfelagsskapinum koyrir upp á tað harðasta.
Ríkisumboðskvinnan heldur, at talan er um eitt ógvuliga áhugavert orðaskifti, men hon vil ikki koma við viðmerkingum um, hvørja hugsan hon hevur um orðaskiftið. Hon vísir tó á, at tað er av stórum týdningi, at hon fylgir væl við í orðaskiftinum, so hon kann greiða donsku myndugleikunum frá, hvørjar hugsanir føroyingar hava um málið.
Spurd um støði á orðaskiftinum, svarar ríkisumboðskvinnan, at eftir hennara meting, verður kjakast á einum ógvuliga professionellum støði.