Áhugavert fólkatingsval

Thomas Arabo

 



Úrslitið av fólkatingsvalinum gjørdist, ikki heilt óvæntað, at sambandsflokkurin og tjóð-veldisflokkurin fingu hvønn sín mann á fólkating.Eftir mínum tykki ikki ein serliga heppin samanseting,men veljarin hevur talað og veljarin hevur altíð rætt,lat tað standa fast.

Vanligt er at teir, íð fáa fólkatingsumboðini verða mettir sum vinnarar av valinum.

Soleiðis er ikki hesufer(!).

Sambandsflokkurin var so avgjørt tann stóri vinnarin og tað má vera hugaligt hjá nývalda formanninum at fáa eina slíka byrjan.

Tjóðveldisflokkurin má hinvegin sigast at vera tann stóri taparin, sæð í mun til forvantningarnar, íð vóru. Sjálvur haldi eg at fulveldisbylgjan hevur »toppað«. Flokkurin hevur kasta allan sín indentitet í loysingina og har eru so 24% av veljarafjøldini, íð eru samd í hesum.

Tá íð eg sigi hetta við identitetinum, so er tað millum annað tí eg veit um eina kanning ímillum nakrar ungar veljarar har hesir mettu flokkin stórt sæð at hava eitt høvuðsmál og tað var loysing og mettu hann sum høgravendan loysingarflokk.

So her verður sanniliga brúk fyri fólkatingslønini hjá Tobba at kunna um hvat flokkurin stendur fyri annað enn loysing.

Sjónvarpstjakið aftan á valið har flokksformennirnir luttóku var sannuliga eisini áhugavert. Løgmaður kunngjørdi í veruleikanum, at hann nú hevði slept loysingakósina hjá Tjóðveldisflokkinum og vildi hava semju við hinar báðar flokkarnar um eina sjálvstýriskós. Hann fær kanska møguleikan til hettar aftan á eitt val.

Nú dámar mær ógvuliga væl okkara løgmann og tað hevur ofta undrað meg at hann í hesum valskeiðinum hevur haft eina greiða loysingar kós. Allir fólkaflokksformenn tey seinastu 50 árini hava roynt at gingið eina sjálvstýrisleið við stig fyri stig loysing alt eftir umstøðunum. Hugsi eisini at vanligi fólkaflokksveljarin er sjálvstýrisfólk og ikki loysingarfólk. Hugsi at her liggur ein partur av orsøkini til veika valurslitið hjá fólkaflokkinum.

Annars hevur tað neyvan hjálpt uppá »humørið« hjá fólkaflokksveljarunum innan handilsvinnuna at løgmaður hevur sent gott hálvtfjórhundrað milliónir árliga niður aftur til Danmarkar. Peningur sum danir vóru sátmálabundnir at gjalda til munandi oljuinntøkur koma kanska um eini 8-10 ár.

Fáa vit okkurt bakkast innan tað tíð so merkir tað helst at peningur skal takast inn í landskassan og harvið minkandi peningaumfar.

Og slíkt fær fyrst og fremst avleiðingar fyri handilsvinnuna.